Tilbod.fo takkar fyri seg

Posta hevur ment og lanserað eina nýggja tænastu, har til ber at lesa øll aktuell føroysk lýsingabløð. Hendan tænasta eitur bera.fo, og kann bæði brúkast á teldu og sum app á snildfon ella teldli. Vit meta ikki at føroyski brúkarin hevur tørv á tveimum tílíkum tænastum, og hava tí valt at niðurleggja tilbod.fo og í staðin viðmæla at brúka nýggju tænastuna bera.fo frá Posta.

Vit vilja nýta høvi at takka fyri okkum, og kunnu út frá vitjunartølum staðfesta at tørvur er á slíkari tænastu í føroyum.